Send linket til app

Samleikin


4.2 ( 3152 ratings )
Værktøjer
Forfatter: Gjaldstovan
Gratis

Samleikin er tryggi lykilin til talgildar tænastur hjá øllum føroyingum. Samleikin gevur tær talgilda innritan og undirskrift í einum.

Við Samleika appini kanst tú rita inn á talgildu tænasturnar, ið brúka Samleikan, m.a. Vangan (vangin.fo). Í staðin fyri at skriva loynitalið á eina innritanarsíðu, skrivar tú tað í appina. Samleikin kann brúkast á snildtelefonum og teldlum.

Tú mást hava ein skrásettan Samleika fyri at brúka appina. Tú kanst senda umsókn um Samleika beinleiðis við appini ella við at møta upp á Staravegi 9 í Havn.

Fyri at bíleggja Samleikan krevst, at tú er fylt/ur 15 ár, hevur føroyskt p-tal og samleikaprógv við hondina.

Tá ið Samleikin er skrásettur, liggur hann á tíni eind, og tú hevur fult tamarhald á honum.

Tá ið tú hevur tikið appina niður, kanst tú velja um, um tú vilt hava hana á føroyskum ella enskum.

Samleikin skal brúkast hvørja ferð, tú ritar inn á talgildar tænastur. Samleikin er trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á fleirstigaða góðkenning, og hetta merkir, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:

1. at tú skal hava Samleika appina hjá tær fyri at góðkenna innritanina
2. at tú skal skriva loynitalið, ið tú hevur valt, í appina.

Samleikin er lykilin til talgildar tænastur. Tú skal fyrst á síðuna, ið tú vilt rita inn á. Tá ið tú ritar inn á talgildu tænastuna, sendir Samleikin tær eini boð á tína eind. Tá ið tú fer inn á Samleika appina, kemur ein mynd fram, ið skal vera sama mynd, sum tú sært á síðuni, ið tú ritar inn á. Tá ið tú hevur vátta at myndirnar eru eins skalt tú skriva títt persónliga loynital í appina.

Samleikin er partur av Talgildu Føroyum.

Á samleikin.fo fært tú vegleiðingar og kunning um Samleikan. Ring 1881 um tær tørvar hjálp við Samleikanum.